Gerðarrættarmálini hava havt avgerandi leiklut

Løgmaður metir, at gerðarrættarmálini hava havt avgerandi leiklut í trætuni við ES, hóast trætan ongantíð varð viðgjørd í rættinum.

Gerðarrættarmálini hava havt avgerandi leiklut í málinum, sigur løgmaður.

 

- Avgerðin hjá Landsstýrinum at seta í gongd tvey altjóða gerðarrættarmál, fyrstu av sínum slagi, hava víst seg at havt avgerandi leiklut í málinum. Hetta sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, í samband við at Føroyar í dag hava sent gerðarrættinum og gerðarrættarskipanini hjá heimshandilsfelagsskapinum WTO bræv, um at partarnir í trætuni hava loyst málið, og at grundarlag tí ikki longur er undir, at halda fram við gerðarrættarmálinum.

 

- Vit fegnast um, at tað loksins eydnaðist loksins at finna eina semju í málinum. Nú eru sambondini millum Føroyar og ES aftur í rættari legu, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

 

Samstundis boðar løgmaður frá, at Landsstýrið arbeiðir við at gera ein nýggjan fríhandilssáttmála við ES. Verandi sáttmáli er frá  1996, og nú rættlag er fignið í viðurskiftini millum Føroyar og ES, kann arbeiðið við at gera nýggjan sáttmála takast upp aftur.

 

- Ósemjan um sildina og makrelin hevur órógvað tilgongdina við nýggja evropapolitikkinum. Okkara greiða mál er nú at fáa ein betri fríhandilssáttmála við ES, sigur løgmaður.