Tað ber væl til at fáa toppkarakterir í skúlanum og samstundis hava eitt sosialt lív, sigur Gerda Heldarskarð, sum er ársins super studentur
– Raðfestir tú rætt, ber væl til at arbeiða, íðka ítrótt, ganga í býnum og fáa eitt gott prógv.
Tað sigur sigur 19 ára gamla Gerda Ferjá Heldarskarð í samrøðu við Sosialin í dag.
– Í øllum førum hevur tað ongantíð verið ein trupulleiki fyri meg.
Í gjár fekk hon studentsprógvið í hondina við 11,2 í miðal, og sostatt er hon studenturin við hægsta miðaltalinum í ár.
Og at tað gekst henni væl vísir próvtøkan hjá henni í Studentaskúlanum í Hoydølum: Tríggjar munnligar próvtøkur og trý 13-tøl. Og hóast tað ikki bleiv til nakað 13 tal í teimum skrivligu próvtøkunum, gekst tað henni eisini væl við teimum.
Studentsprógvið, sum Gerda Ferjá Heldarskarð hevur fingið, vísir, at hon hevur eitt miðaltal á 11,2 , og tað er hægsti miðalkarakterurin millum lidnu studentarnir hetta summarið.
– Eg visti, at tað hevði gingist mær væl til allar próvtøkurnar, men at eg skuldi enda við at hava hægsta miðaltalið, hevði eg ikki væntað. Men jú, eg eri ovurfegin, sigur Gerda Ferjá Heldarskarð í samrøðu við Sosialin í dag.