Gerber: Uppiborin sigur

Ljóðsamrøða frá Rás2: Venjarin hjá NSÍ, danski Anders Gerber, helt sigurin hjá NSÍ í dag vera fult uppibornan

NSÍ vann í dag tepurt, 2-1, á heimavølli ímóti TB. Tað var annars TB, sum legði seg á odda eftir ein hálvan tíma, tá ið Salmundur Bech skallaði bóltin í málið. Beint undan hálvleikssteðginum javnaði Árni Frederiksberg tó við einum rimmar frísparki. Í seinna hálvleiki var tað liðskiparin og toppskjúttin hjá NSÍ, Klæmint Andrasson Olsen, sum tryggjaði NSÍ trý stig við tí avgerandi málinum.

 

Sigurin merkir, at NSÍ framvegis er nummar trý í Effodeildini 49 stigum, men nú eru runavíkingarnar ájavnir við Víkingi í stigum. Tó hevur Víkingur betri málmun, ið ger, at Víkingur er nummar 2. Síðani hava bæði hesi feløgini fýra stig upp til KÍ, ið stevnir ímóti føroyameistaraheitinum.

 

Júst Víkingur og NSÍ hittast í Sarpugerði komandi sunnudag til enn ein sera spennandi oddadyst.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra tað, sum danski venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, hevði at siga við Rás2 eftir sigurin ímóti TB.