Gerber fingið nýtt venjarastarv

Fyrrverandi venjarin hjá NSÍ, Anders Gerber, hevur fingið nýtt venjarastarv

Anders Gerber skal venja Skive IF, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Anders Gerber hevur seinastu tvey árini verið venjari hjá NSÍ.

 

Hann hevur sagt, at hann ikki kundi heilt avvísa at verða í Føroyum, men at tað var ósannlíkt. Nú er so greitt, at hann verður venjari í næstbestu deildini í Danmark.

 

Í Skive IF fegnast tey um, at Anders Gerber, sum hevur venjararoyndir úr Aarhuus Fremad, FC Fyn og Silkeborg, er nýggjur venjari. Somuleiðis verður víst til royndir í Evropa, sum hann hevur frá tíðini í NSÍ.