Gerast aftur í apríl

Søltuvík: - Vit eru greið um trupulleikan, men vegurin til bygdina verður gjørdur aftur í apríl mánaði, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.

Í blaðnum mikudagin vístu vit á, at vegurin millum Sand og Søltuvík var illa farin orsakað av nógvu vætuni higartil í vetur. Har ringast stendur til er eitt vegapetti nærum skolað burtur.
Søltuvík er eitt vældámt stað hjá ferðafólki, og tí vísti Sandoyarportalurin á, at neyðugt var at gera hetta aftur sum skjótast – sjálvandi áðrenn ferðafólkini koma higar.
Eitt annað sermerkt við vegnum er, at her finst ein minnissteinur varð reistur í 2010 yvir teir sum sjólótust við Principiu.
- Vit fara væntandi undir arbeiðið, áðrenn ferðafólkini koma, lovar Brandur Sandoy.