Gerandishetja heiðrað

Ein summardag í fjør bjargaði 12 ára gamli Rógvi Joensen vinmanninum og javnaldranum, Áka Petersen, frá vissum druknideyða. Hesum bragdi hevur Reyði Krossur nú lønt við at heiðra Rógva sum Ársins Fyrstuhjálpara

GERANDISHETJA

Leo Poulsen

leo@sosialurin.fo

Myndir: Álvur Haraldsen


»Accidental Hero« kallast filmur, har Dustin Hoffmann hevur høvuðsleiklutin sum meiri ella minni heimleysur bumsur. Hann heldur seg burtur frá øllum, sum bara líkist trupulleikum, men tá eitt flogfar dettur niður beint fyri nøsini á honum, bjargar hann eina maður øllum umborð úr brennandi flúgvaranum.

Eftir hendingina vil hann ikki vita av allari miðlaumrøðuni, og livir lívið sum áður, lítillátin.

Og tá tú tosar við Rógva Joensen fær tú eina kenslu av, at hann vildi verið eins ónevndur og Dustin Hoffmann í filminum.

- Nei, eg havi ikki hugsað so nógv um tað sum hendi. Bara tá onkur tosar við meg um tað, sigur Rógvi Joensen, sum í dag helst vildi hildið seg í bakgrundini, tá vit vitjaðu í flokshølunum hjá 7. flokki í Sørvágs skúla.

Í heila tikið tykist hendingin, har Rógvi bjargaði vinmanninum, Áka Petersen, ikki at hava sett nøkur varandi spor eftir seg í flokkinum, sjálvt um floksfelagarnir kortini hildu at tað var cool, sum Rógvi hevur gjørt.

Og einum øðrum vóru hini í flokkinum eisini samd um: Tey høvdu ikki havt klárað at gjørt tað, sum Rógvi Joensen gjørdi hendan summardagin, tá hann bjargaði Áka Petersen frá vissa druknideyðanum.


Baywatch bjargingin

Søgan er í stuttum hon, at ein summardag í mai í fjør vóru teir báðir vinmenninir, Áki Petersen og Rógvi Joensen, farnir oman í ánna at fiska síl. Hetta var beint innan fyri munnan á ánni, sum rennur á sjógv nakað áraka har, sum ovari endi á fótbóltsvøllinum er.

Teir byrjaðu oman fyri brúnna um ánna á niðara vegi, men fluttu seg so oman um, har áarbakkin er stoyptur í einum keiskapilsi. Meðan teir so standa har varnast Rógvi, at vinmaðurin líkasum fellur framyvir og út í ánna. At byrja við helt Rógvi, at  vinmaðurin spældi hund, men tá Áki bleiv við at liggja í ánni við høvdunum niðureftir skilti hann, at okkurt var galið.

Hann gjørdi tá skjótt av, leyp út í ánna og fekk høvdið á Áka upp úr ánni. Hóast Áki er væl størri og tyngri enn Rógvi, megnaði hann kortini at baksa Áka upp á turt. Síðani fór hann undir at geva honum fyrstuhjálp, og sanniliga eydnaðist tað Rógva at fáa lív í Áka aftur.

Men hvussu bar tað so til, at Rógvi Joensen, hóast hann ongantíð áður hevði roynt fyrstuhjálp, kortini kundi fáa lív aftur í vinmannin?

- Eg hevði sæð í sjónvarpinum, hvussu teir gjørdu, og so royndi eg bara at gera tað sama, sigur Rógvi Joensen.

Spurdur nærri, hvat tað vóru fyri filmar, hann hevði lært hetta frá svaraði Rógvi – um enn eitt sindur treyður: Baywatch.

So hóast David Hasselhoff neyvan líður nakra materiella neyð, so kann hann nú eisini frøast um, at raðsending hansara hevur bjargað einum dreingjalívið so langt burturi sum í Føroyum.


Gerandishetja

Tað verður ofta sagt, at fólk fáa óánað evnir og kreftir tá veruliga ástendur, og tað finnast eisini nógv dømi um hetta.  Hvat tað er sum ger, at ein 12 ára gamal drongur hugsar so klárt og logiskt, sum Rógvi gjørdi hendan dagin, er ikki heilt til at siga.

Og hvør veit. Hóast floksfelagarnir hjá Rógva allir eru samdir um, at teir als ikki høvdu megnað at reagera eins og Rógvi gjørdi, so er tað kortini ikki til at siga, hvat tey høvdu gjørt í einari líknandi støðu.

Áki Petersen sjálvur minnist ikki so nógv til hendingina. Alt frá tí at hann misti vitið og datt í ánna, til hann vaknaði aftur í sjúkrabilinum, er strikað úr minninum. Men hóast annars traumatisku hendingina, so hevur heldur ikki hann hugsað serliga nógv um tað, sum hendi – ella hvat kundi verið hent, um Rógvi Joensen ikki reageraði, sum hann gjørdi.

- Eg fiski ikki meiri, men tað hevur einki at gera við hendingina. Eg tími bara ikki at fiska meir, sigur Áki Petersen í dag.

Heldur ikki floksfelagarnir hava nýtt nógva tíð upp á at hugsa um, hvat kundi verið hent, var tað ikki fyri Rógva Joensen. Og sambært Rógva sjálvum er hetta heldur ikki ein hending, sum hevur upptikið sørvingar sum so serliga nógv.

- Tað verður ikki mett nógv øðrvísið enn tá SÍ spælir móti MB, sigur Rógvi Joensen.

Men hóast eingin í 7. flokki vil siga tað hart, so merkist tað, at tey innast inni eru stolt av floksfelagnum, sum av sonnum kann kallast ein gerandishetja.