Gerandisdagurin verður innrættaður eftir svimjingini

Svimjingin setir dagsskránna hjá leirvíksfamiljuni June og Trygva og teirra fýra børnum. Øll børnini svimja, og tvey av børnunum eru millum bestu svimjararnir í landinum. Í summar fer øll familjan til oyggjaleikir á Gibraltar. Familjulívið má innrættast eftir svimjingini.

Ár um ár, í 2016 og 2017, vórðu tey ársins stjørnuskot í svimjing, systkini Rókur og Rebekka. Tey hava hópin av heiðursmerkjum frá svimjikappingum, og tíðirnar verða betri og betri.

Fyri tveimum vikum síðani setti Rókur nýtt føroyskt met í 50 metrar frí - eitt met sum navnframi Pál Joensen hevur havt í 10 ár.


Venjingin stýrir
Fyri at náa øllum hesum málunum, krevst ein hørð og málrættað venjing. Og ikki minst ein stuðlandi familja. 

— Vit vilja fegin stuðla okkara børnum í tí, sum tey hava áhuga fyri og ynskja at gera. Tey tíma so væl svimjingina, og tað ein sjálvfylgja, at vit stuðla og innrætta okkum eftir tí, sigur June, mamma Rók og Rebekku.

Gerandisdagurin byrjar tíðliga í heiminum Millum Svalir í Leirvík. Klokkan 4:50 fara Rókur og Rebekka upp og koyra til Klaksvíkar, har venjingin í svimjifelagnum Ægir byrjar klokkan 5:45. Tey venja ein góðan tíma, fara so heim og gera seg klár at fara í skúla.
Eftir skúlatíð er styrkivenjing í Íðka í Klaksvík, áðrenn aftur verður farið í hylin. Vanliga eru tey ikki heima fyrr enn eftir klokkan 20 á kvøldi, tá ið tey eta døgurða. 

Nógv tíð er ikki til skúlating, vinir og annað frítíðarvirksemi, tí klokkan 22 á kvøldi eru tey vanliga farin í song.

##med2##

Koyrt børnini til venjing í 15 ár

Síðani Rókur fylti 18 í fjør og fekk koyrikoyrt, hava hann og systurin koyrt sjálvi til Klaksvíkar til venjingar. Men áðrenn tað, vóru tað foreldrini, ið koyrdu. 

— Vit hava koyrt í nógv ár, tí elsta dóttirin, Eva, sum nú er 22, hevur eisini svomið. Síðani eru hini børnini farin at svimja, so vit hava hildið á. Haldi at vit hava gjørt hetta í skjótt 15 ár, sigur June.

Yngsta dóttirin, 10 ára gamla Róa, hevur eisini svomið eina tíð, so innrættingin av familjulívinum blandað við svimjing fer helst at halda á fleiri ár fram í tíðina. 

Lesið alla greinin um svimjifamiljuna í Leirvík í Sosialinum, sum er borin í øll hús í landinum í dag.

##med3##