Gerandisdagur aftur hjá steypavinnarunum

Seinnapartin ígjár tosaði Rás2 við ein ógvuliga lættan KÍF-spælara, Teit Joensen, sum hugfarsliga greiddi frá nøkrum fantastiskum døgum, sum KÍF-spælari. At sleppa at skriva søgu við at vinna fyrsta heiti felagsins í fremstu mansdeildini við at gerast steypavinnari er ein ótrúlig kensla.

 

Men Teitur ásannar, at nú er gerandisdagur aftur, og nú skal liðið fokusera aftur á gerandisdagin. Lagnunar speisemi vil tað soleiðis, at KÍF á heimavølli tekur ímóti júst StÍF, sum fer at leggja nógv fyri at hevna tann knúsandi steypaósigurin, har KÍF vann 35-26. Dysturin sunnudagin byrjar klokkan 16.

 

Tað ber til at hoyra prátið við Teit Joensen undir greinini.