Gerald Ford deyður

Gerald Ford gjørdist forseti, tá Richard Nixon noyddist at leggja frá sær.

Fyrrverandi amerikanski forsetin Gerald Ford doyði í gjár. Hann var 93 ára gamal.

Gerald Ford varð ongantíð valdur til forseta. Hann var varaforseti hjá Richard Nixon og tók við forsetaembætinum, tá Warergate-gølan noyddi Nixon at leggja frá sær í 1974. Ford var forseti í hálvt triðja ár. Hann stillaði upp fyri republikanararnar í 1976, men tapti ímóti demokratinum Jimmy Carter.

Gerald Ford var leiðari hjá repunlikanarunum í Kongressini, men í 1973 bleiv hann biðin um at taka við sum varaforseti eftir Spiro Agnew, sum var farin frá orsakað av skuldsetingum um svik. Tá Nixon eisini noyddist frá eitt hálvt ár seinni, flutti Gerald Ford inn í Hvítu Húsini.

Sum forseti hevði Gerald Ford myndugleika til at veita Nixon grið, og tað gjørdi Ford eisini. Hansara umbering var, at amerikanska tjóðin trongdi til frið aftan á keíggið í Vietnam og Watergate-gøluna. Seinni vildu eygleiðarar vildu vera við, at Nixon hevði fingið lyfti um grið, áðrenn hann legði frá sær, men tað avsannaði Gerald Ford.

Eingin amerikanskur forseti er vorðin so gamal sum Gerald Ford. Í november tók hann aldursmetið frá Ronald Reagan.