Hósdagin var farið í holt við upptøkurnar til nýtt sjónband við Kulum Rótum, og í tí sambandi hava Trølla-Pætur, Trølla-omman og onnur góð fólk verið at finna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, har fyrstu upptøkurnar verða gjørdar.
Tað er Zacharias Hammer, sum ger upptøkurnar til nýggja sjónbandið, sum eftir ætlan skal koma út miðskeiðis í november mánaði.
Í fjør góvu Kular Røtur eitt sjónband út undan jólum, og tað var so mikið væl eydnað, at tey royna seg við einum nýggjum bandi hesi jólini. Umframt sjónbandið hava Kular Røtur eisini útigivið tvær væl umtóktar fløgur.
Kular Røtur hava havt nógvar konsertir seinasta árið, og 7. oktober verður eitt stórt tiltak í ítróttarhøllini á Hálsi, har Trølla-Pætur, Trølla-omman, Kári Cool, tónleikarar, sangarar og dansarar verða við.










