Ídnaður
Skáli: Á Skipasmiðjuni á Skála starvast umleið 75 fólk tilsamans; tá eru lærlingarnir á stál-og maskindeildini, sum eru út við 20 í tali og skrivstovufólkið, íroknað.
Marni Olsen, stjóri, sigur, at tað hevur verið eitt sindur slakt við arbeiði í byrjanini av hesum árinum, men nú eru teir so í holt við at gera tvey skip klár at flagga inn undir føroyskt flagg.
Westward
Westward, sum Kongshavnar Trolarafelag eigur, stendur í løtuni í dokkini. Skipið, sum er ein kombineraður trol-og nótabátur, er keypt úr Skotlandi og er á veg undir føroyskt flagg. Nøkur krøv, sum Skipasýnið og klassin seta, skulu fáa uppá pláss, og somuleiðis er skipið málað.
- Reiðarin samskiftir við skipasýn og klassa, og vit gera so tað, ið neyðugt er. Ein partur av hesum snýr seg um brand-og trygdarútgerðina umborð, sigur Marni.
Westward kom higar til lands fyrst í hesum árinum og hevur ligið á Skála einar 14 dagar. Skipið verður ikki liðugt í hesi vikuni, og helst gongur øll komandi vika, áðrenn loysast kann undir føroyskum flaggi.
Sjagaklettur
Trolarin, Sjagaklettur, sum hvalbingar hava keypt úr Íslandi, er eisini á veg undir føroyskt flagg. Her seta Skipasýn og klassin eisini nøkur krøv og arbeiðið, sum skal gerast í hesum sambandi, verður gjørt á Skála.
Marni sigur, at nokso fitt er at gera við skipið, bæði apeteringsarbeiði, stálarbeiði og maskinarbeiði.
- Ætlandi verður Sjagaklettur liðugur um einar 5 vikur ella so. Arbeiðið uppá skipið er mett at kosta millum 2 og 3 milj. krónur ? alt eftir, hvørji krøvini verða, tá ið saman um kemur, sigur hann.
Tilboð er givið uppá ein part av arbeiðinum, og fyri ein part av stálarbeiðinum er avtalaður ein kiloprísur.
Eingin bygging
Sum skilst á Marna, er eingin nýbygging í ljósmála í løtuni.
Vit taka okkum mest av umvælingararbeiði, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini
frameftir, sigur hann.
- Vit hava gott fólk, og nógvir mans hava verið til arbeiðis á skipasmiðjuni í mong,
mong ár, bæði smiðjumeistarar, bedingsmeistarar og menn á stáldeildini.
Áhugavert kann vera at nevna, at tá ið arbeiðir verða boðin út, kemur meira enn so fyri, at Tórshavnar Skipasmiðja og Skipasmiðjan á Skála kappast um at fáa arbeiðini.
- Jú, hetta kemur fyri, men tað er ikki soleiðis, at vit royna at kubba høvdið av hvørjum øðrum. Hvussu eitt tilboð fellir, avhongur eisini av, hvussu "svangur" tú ert, sigur Marni Olsen.
Tá ið Tórshavnar Skipasmiðja í sínari tíð keypti Skipasmiðjuna á Skála, fekk Poul Mohr skotið í skógvarnar, at nú fór eingin kapping at vera á økinum, men hetta er eftir øllum at døma ikki allur sannleikin.