Gera tillagingar í kunngerðini

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, og kommunufeløgini samd um at gera tillagingar í kunngerð um røktarheim og eldrasambýli.

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum og umboð fyri Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag hava á fundi fyrrapartin umrøtt kunngerðina um røktarheim og eldrasambýli, sum kom í gildi 1. september 2013.

 

Partarnir eru samdir um í felag at gera tillagingar í kunngerðini, soleiðis at báðir partar kunnu taka undir við innihaldinum í kunngerðini.

 

Ætlanin er at arbeiði skal vera liðugt áðrenn 1. november 2013.