Sunnudagin 8. mai skipar Sjóvar Fornminnafelag fyri forvitnisligari útferð til Nólsoyar, har farið verður av Strondum klokkan 08 við heimkomu aftur á Strondum um 18-tíðina seinnapart.
- Í Nólsoy verður vitjað í Prinsessutoftunum og farið verður í kirkju klokkan 12. Tá komið er úr kirkju, verður døgurði etin í Tilhaldinum. Síðan verður vitjað í Brunnhúsunum, í garði við føroyskum trøðum og hjá fuglaútstapparanum, Jens-Kjeld Jensen.
Tað siga tey í Sjóvar Fornminnafelag, sum skipa fyri útferðini av Strondum til Nólsoyar.
Neyvari um tilmeldingar og kostnað kann lesast um á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu - www. sjovarkommuna.fo