Gera talvuna greiðari

Hóast gjaldsskipanin hjá Vágatunlinum nú riggar, eru fólk ikki heilt trygg við at brúka hana. Talvan er ov ógreið, halda fólk. Hetta skal nú bøtast uppá

Talvan í automatini við Vágatunnilin er ov torskild, halda fólk, sum koyra gjøgnum tunnilin. Leiðslan fyri tunillin hevur gjørt av at upplýsa betri um, hvssu automatin skal brúkast.
Vit mugu gera eina kunningartalvu, sum sera greitt vísir, hvussu fólk skulu bera seg at við at brúka automatina, sigur Renhold Iskaksen, á skrivstovuni hjá Vágatunlinum. Líkt er til, at talvan, sum er, er ov torskild, og ikki nóg logisk uppsett, soleiðis at fólk kunnu fylgja eini samanhangandi gongd, tá tey gjalda, sigur hann. Tað tykist ov fløkjasligt hjá fólki at skula reika runt á talvuni at finna ymsu knøttarnar. Teir áttu at staðið í nátúrligari raðfylgju, heldur hann.
Tað skal nú bøtast um við at gera eina snøgga og greiða vegleiðing, sum øll skilja. Bæði føroyingar og útlendingar. Fyrr enn tað er gjørt, verður støðin helst ikki latin ómannað, heldur Reinhold Isaksen.
Í aðrar mátar riggar gjaldsskipanin nú eftir ætlan. Okkurt hendinga óhapp hevur verið, men tað kemst mest av umstøðum uttaneftir. So sum streymsliti og slíkum, sum ikki ber til at verja seg fyri.
Endalig góðkenning av tunlinum er vist rættiliga nær nú, heldur Reinhold Isaksen. Seinastu kanningarnar verða nú gjørdar. Men arbeiðið við at tryggja loftið og síkt inni í tunlinum er liðugt, og opið er allar sólarringin.
Ferðslan er framvegis nógv gjøgnum tunnilin. Eitt sindur minni enn hon var í juli. Men tað er ikki annað enn væntandi var. Tó koyra út móti teimum túsund bilunum gjøgnum tunnilin dagliga.