Gera tað lættari hjá fólki at lata seg koppseta

Tiltøk verða nú sett í verk fyri at fáa fleiri fólk at koppseta seg - og í dag ber til at møta upp, uttan at biðja um tíð frammanundan

Hesa seinastu tíðina er stígur komin í koppsetingarnar kring landið. Talið á teimum, sum lata seg koppseta, er nógv fallið og tað hevur fingið myndugleikarnar at taka stig til at fáa fleiri koppsett.

 

Fróði Jacobsen, samskiftisráðgevari í sjúkrahúsverkinum, sigur, at hesa næstu tíðina eru tey í ferð við at fyrireika fleiri tiltøk. Tað verður mett, at ein orsøk til, at stígur er komin í koppsetingina, er, at hjá summum fólkum er tað ov langt til eitt koppsetingarstað. Tí verður ein rundferð nú fyrireika, har fólk, sum koppseta, fara út á útoyggjarnar at koppseta fólk. Kommunurnar í Vágum hava eisini heitt á myndugleikarnar um at koma vestur í Vágar at koppseta fólk og eisini tað verður fyrireika.

 

Fróði Jacobsen sigur, at tey hava verið í samband við útoyggjarnar, men summastaðni verður tað ikki metta at vera neyðugt at fara við einum koppsetingarliðið, tí at har eru so stórur partur av fólkinum koppsett. Men so eru aðrar útoyggjar eftir, sum tey nú fara at vitja við einum koppsetingarliðið. Hann sigur, at nú summarferian fer at halla, eru fleiri hendur tøkar til slíkt arbeiðið, so tað er undir fyrireiking nú, og tað verður fyrsta dagin, at nærri boð verða givin.  

 

Men í dag verður eisini støkk inn koppseting á øllum trimum sjúkrahúsunum. Tað merkir, at tað ber til hjá fólki at møta upp at verða koppsett, uttan at biðja um tíð frammanundan. Tað er ímillum klokkan 17.30 og 18.30 í dag, at tað ber til at møta upp á teimum trimum sjúkrahúsunum til koppsetingar, uttan at hava bílagt tíð frammanundan.