Fótbóltur
Hóast føroyingar nú í tveimum undankappingum hava leikt nakrar av landsdystum sínum á Tórsvølli, so restar enn nógv í, áðrenn vøllurin kann fáa eina endaliga altjóða góðkenning.
Í løtuni er talan um eina fyribils góðkenning frá UEFA, og er hendan latin, treytað av at arbeiðið við liðugtgerðini av vøllinum heldur fram. Nakað sum fráfarandi formaðurin í FSF, Torleif Sigurðsson, hevur lagt stóran dent á í orðaskiftinum, sum hevur verið seinastu tíðina.
Á seinasta aðalfundi samtykti aðalfundurin hjá FSF, at sambandið skuldi fáa heimild at inniloka bygningin, og er hetta arbeiðið gjørt í 2001. Tann parturin av arbeiðinum kostaði áleið hálva trijðu millión, soleiðis at samlaða íløgan hjá FSF í løtuni er 6,5 mió.kr. Framman undan hevði FSF nevnliga nýtt 4 mió.kr. til fundamentir, gólv, loft og útveggir.
Í ætlaðu samtyktini liggur eisini, at FSF skal keypa bygningin við Tórsvøll. Tað er nevnliga so í løtuni, at hóast 6,5 mió.kr eru nýttar, so er tað framvegis Tórsvallargrunnurin, sum er eigari av bygninginum. Fyri at FSF kann fáa neyðuga stuðulin frá FIFA og UEFA til ætlanina, er neyðugt, at formligu ognarviðurskiftini koma í rættlag, soleiðis at tað er Fótbóltssambandið sjálvt, sum er eigari av bygninginum.
Hetta merkir eisini, at tað illa ber til hjá nevndini í FSF at gera annað enn at samtykkja uppskotið. Í øllum førum í longdini. Sum er, hevur FSF goldið 5,15 mió kr., men framvegis er tað grunnurin Tórsvøllur, sum stendur sum eigari av bygninginum. Tað er illa hugsandi, at seinastu góðu 10 milliónirnar kunnu fíggjast uttan stuðul frá bæði FIFA og UEFA, og treytin fyri at veita hendan stuðul er altso, at tað er FSF, sum stendur sum eigari av bygninginum.
Tyngsti parturin eftir
Tað, sum nú restar í at gera, er øll liðugtgerðin av bygninginum innanveggja. Skiftirúm til leikarar og dómarar skulu gerast í niðastu hæddini, eins og neyðturvuligar umstøður til læknar, fysioterapeutar o.l. skulu gerast. Fótbóltssambandi sjálvt skal eisini hava egin skrivstovuhøli í bygninginum, um UEFA og FIFA skulu lata stuðul, og enn er einki gjørt viðvíkjandi innrættan av hesum, og so skulu fjølmiðararnir og sonevndur VIP?ararnir eisini hava sítt.
Til samans er talan um eina íløgu, sum eftir kostnaðarmetingini, ið verður løgd fyri aðalfundin, upp á 10,4 mió.kr., har av gott og væl ein millión skal nýtast til innbúgv og skrivstovuútbúna.
Fíggingin
Alt hetta ljóðar sum ein íløga av teimum heilt stóru, og tað er tað sum so kanska eisini.
Tað skal tó leggjast afturat, at tað so langt ífrá er soleiðis, at Fótbóltssambandið sjálvt skal bera kostnaðin av allari verkætlanini. FIFA og UEFA lata íalt nærum 7 mió.kr. í stuðuli til byggingina. Føroya Landsstýrið skal sambært kostnaðarmetingini rinda 1,35 mió.kr. meðan restin, 7,3 mió.kr. so verður fíggjað av Fótbóltssambandinum. Sum er hevur FSF fíggjað 3,1 mió.kr. yvir raksturin hjá felagsskapinum, meðan 2 mió.kr. eru læntar frá UEFA. Roknað verður við, at neyðugt verður við lántøku til at fíggja seinastu 2,2 milliónirnar, og sum skilst hevur FSF sent fyrispurning hesum viðvíkjandi til fíggingarstovnar.
Fakta um Tórsvøll
Hvat er nýtt, hvat er ætlanin at nýta og hvussu verður liðugtgerðin av bygninginum við Tórsvøll fíggjað:
FSF hevur higartil nýtt:
Veitt lán til fundamentirútvigg, v.m4.000.000
Liðugtgerð av bygningi, uttan2.182.112
Ætlað uppskot til samtyktar:
Liðugtgerð av bygningi8.987.112
Innbúgv v.m.770.000
teldu- & skrivstovuútbúnaður650.000
Fígging:
Stuðul frá FIFA6.225.000
Stuðul frá UEFA650.000
Stuðul frá Føroya Landsstýri2.700.000
Lán frá UEFA2.009.720
Eginfígging3.100.026
Neyðug lántøka2.182.112