Talan er um trettan stovnar, sum fiskifrøðingarnir gera sær nakrar metingar av. Teir kjakast ikki um kvotur men heldur um tær vísindaligu kanningarnar og úrslitini, sum fyriliggja nú.
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á fiskirannsóknarstovuni, sigur, at enn ber ikki til at siga nakað nágreiniligt um, hvussu stovnsmetingarnar fara at síggja út, fyrr enn teir eru lidnir við tilmælini. Enn er langt eftir á mál í viðgerðini hjá teimum, og ein nevnd skal eisini døma um tilmælini, áðrenn tey verða send landstýrinum og hinum stjørnunum í ICES.
Sama sum í fjør
Slík tilmæli hjá ICES verða gjørd á hvørjum ári. Í fjør var niðurstøðan, at teir flestu stovnarnir verða ovurveiddir, og nógv bendir á, at sama niðurstøðan verður gjørd í ár, men enn ber ikki til at siga nakað við vissu, tí arbeiðið hjá fiskifrøðingunum er ikki liðugt.
Tá tilmælini, sum hesir fiskifrøðingarnir gera, eru liðug, verða tey send til ummælis hjá ráðgevandi nevndini hjá ICES, sum eitur ACFM. Hetta er ein sokallað góðskutrygging av tilmælunum, sum síðani verða send landsstýrinum, ið beinir tey í stovnsrøktarnevndina. Henda nevndin, ið er samansett av serfrøðingum og umboðum úr vinnuni, ger sínar metingar av tilmælunum og sendir tey aftur til landsstýrið. Síðani verða tey borin niðan í tingið at viðgerast á Ólavsøku.
Felagsstovnar
Ein áhugaverdur stovnur, ið serfrøðingarnir gera sær nakrar metingar av, er felagsstovnurin av kongafiski, sum verður veiddur í Irmingarhavinum. Nógv skip eru seinastu tíðina farin at veiða har um leiðir, og nakrir føroyskir bátar eru har ímillum.
Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at trupulleikin við tí stovninum er, at hóast skip fiska í altjóða sjógvi, so vil hann vera við, at tey fiska av stovninum hjá føroyingum. Hetta er tí, at fiskurin ferðast út í altjóða sjógv, men hoyrir hóast tað til stovnin. Spurningurin er, hvørjum stovni fiskað verður av.
Tilmælini verða klár einaferð fyrst í mai mánaði.










