Smáu vindmyllurnar til privathús gerast alt meiri vælumtóktar, tí tær spara hópin í olju, og við alsamt vaksandi oljuprísinum eru eisini nógvir pengar at spara við vindmyllunum.
Í løtuni umhugsa Kommunusamskipan Føroya og Havnar kommuna, hvørjar reglar skulu setast til vindmyllur. Vestmanna kommuna hevur fráboðan á heimasíðu síni í sambandi við vindmyllur, har sagt verður:
»Tað eru helst fleiri, sum í hesum tíðum umhugsa at fáa sær smærri vindmyllur at seta upp. Vestmanna Kommuna skal hervið gera vart við, at uppseting av vindmyllum kemur undir bygging sambært byggisamtyktini fyri kommununa. Tí skal søkjast um loyvi til at seta eina slíka upp! Saman við skrivligari umsókn skulu vera tekningar og aðrar upplýsingar, ið eru neyðugar til greitt at skilja málið«.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havnar kommunu og formaður í Kommunusamskipan Føroya, sigur, at tað er neyðugt at kanna málið við smáu vindmyllunum gjølla, og síðani gera nakrar standard reglur fyri uppseting og góðkenning av vindmyllunum.
- Tað er umráðandi, at vindmyllurnar eru góðkendar til okkara veðurlag, og tola tann nógva vindin, sum vit hava í Føroyum, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at tað verður neyðugt at seta krøv til vindmyllurnar.
Trygdin í hásætið
- Nú skal tað sjálvandi ikki misskiljast. Vit eru ikki ímóti vindmyllunum, tvørturímóti. Men tað má bara verða so, at folk í granalagnum skulu kenna seg trygg, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at skeiklast eitt rotorblað, ella brotnar tað av, kann tað gera óbótaligan skaða, tí tað verður ein øgilig ferð eitt slíkt blað fær, brotnar tað av vindmylluni.
- Men tað er heldur ikki bara trygdin, hugsast skal um, tí ein slík vindmylla gevur ein ávísan larm eisini, og tí má eisini takast hædd fyri, sigur Heðin Mortensen.
Nær ein niðurstøða er greið, og nær ein slík standard reglugerð fyriliggur, er ikki greitt enn, men tað skilst á lagnum, at onkur kommuna bíðar eftir støðuni, sum Kommunusamskipan Føroya tekur í málinum um smærru vindmyllurnar til privathús.