Lego fer nú undir at byggja eitt stórt legohús í Billund.
Tað er arkitektavirkið BIG, sum hevur gjørt tekningar av stóra húsinum, sum er sett saman av stórum legoklossum.
Leguhúsið í Billund, sum verður miðdepil fyri ymsar upplivingar, skal eftir ætlan standa liðugt bygt í 2016.
- Legohúsið verður staðið, har vit fotrelja fortíðina, nútíðina og framtíðina hjá Lego. Hetta skal verða ein miðdepil fyri legofjepparar í øllum aldursbólkum, sigur eigarin Kjeld Kirk Kristiansen í tíðindabrævi.
Bygningurin verður 7.600 fermetrar til støddar og skal hava café, ein stóran legohandil og eitt torg, har møgiligt verður fyri almenningin at ganga og síggja ymiskt um Lego.
Húsið skal standað liðugt bygt í 2016, og fyritøkan væntar, at nýggja húsið fer at lokka eini 250.000 vitjandi árliga.
Til at síggja video av húsinum hjá Lego her