Føroyska A-landsliðið í fótbólti er farið undir tær seinastu fyrireikingarnar, áðrenn dystin ímóti Írlandi á Aviva Stadion í Dublin fríggjakvøldið.
Føroyska ferðalagið fór við leiguflogfari úr Vágum týsmorgunin, og á middegi í gjár vóru leikarar og leiðarar komnir fram á hotellið í Dublin, har hópurin heldur til, í samband við dystin ímóti írum komandi fríggjadag.
Veðrið í írska høvuðsstaðnum er gott, og hitin liggur um 25 hitastig.
Sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum hevði Lars Olsen seinnapartin í gjár sína fyrstu venjing við føroysku landsliðsleikarunum.
Venjingin endaði við dystin millum teir ungu ímóti teimum eldru, og hesaferð fóru teir eldru avstað við sigrinum. Úrslitið gjørdist 3-2 til eldru landsliðsleikararnar.
Eisini í dag er venjing á skránni, og hóskvøldið venur føroyska liðið á sjálvum leikvøllinum, har dysturin verður fríggjakvøldið 7. juni, kl. 19:45, føroyska tíð.









