Gera seg klár til Clinton vitjanina?

Rutt og Jóhan Páll Joensen:


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Jóhan Páll er ofta í luftini ella á flogi – ikki bert í hugaheiminum, men vegna sítt arbeiði sum virkin vinnulívsmaður hevur hann nógv áhugamál at røkja úti í heimi eisini
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Henda dagin á flogvøllinum var frúan Rutt – Rutt Norðoy, sum hon eisini nevnist, við. Tí kundi eg ikki bara mær at spyrja, um hon var ávegis at heilsa uppá Hillary Clinton, nú maðurin Bill hevði sett Føroyar í dagbók sína.
 
Nei, tó ikki, varð varisliga svarið. Men kanska eg fari at keypa mær ein eitt sindur fínari kjóla til høvið, nú eg fari til London.
 
Ferðin gekk til London at vitja dóttrina Nannu. Nanna og versonurin David búgva í London og hava júst fingið sonin Micah. Tí vóru tey ávegis at hygga at nýggjasta ommu- og abbasoninum. Frammanundan eiga Nanna og David eisini sonin Josiah.
 
Uppá spurningin hvat Jóhan Páll fór í, tá ið hann skuldi hitta Clinton, svaraði hann við einum brosi: “Eg koyri bara kambin gjøgnum hárið”.


Dávur Winther
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$