Tað er so javnan, at bilar, sum hava verið úti fyri ferðsluóhappi, verða ribbaðir uttan fyri verkstøð.
Tað er ein trupulleiki, ið vindur upp á seg, at bilar, ið standa og bíða eftir at verða umvældir, serliga eftir ferðsluóhapp, verða ribbaðir.
- Serliga um talan er um brotnar rútar, verður presenningin bara skorin upp, og ótangarnir stjala tónleika anlegg og annað úr bilinum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Eisini, um bilurin hevur fingið skaða á motorhúsan, og motorurin harvið stendur blottaður, gera ótangarnir sær dælt og nippa ymiskt burtur av motorinum.
- Hetta hendi aftur um vikuskiftið, tá tónleika anlegg og annað var stolið burtur úr einum bili, ið stóð uttan fyri eitt verkstað. Tað er sjálvandi eitt, um avtala er gjørd við verkstaðið, sum síðani hevur ábyrgdina av bilinum, men tað er ikki altíð, at tað hendir, sigur vaktleiðarin.