Nú skulu súkklubreytir gerast framvið vegnum Yviri við Strond.
Tað heldur Tórshavnar Býráð, sum nú fer at viðgerða málið.
Uttan iva verður tað samtykt, tí býráðslimir eru samdir um ætlanina.
Býráðið hevur ætla at gera meiri burtur úr at gera súkklubreytir fyri at gera tað tryggari hjá teimum, sum eru á súkklu.
Nú er ætlanin er at seta arbeiði í verk og ein partur av tí er at umskipa gongubreytirnar so at tær verða bæði súklu- og gongubreytir.
Byrjað verður á ringvegnum Yviri við Strond, har gongubreytir verða tvíbýttar, soleiðis at pláss verður fyri bæði súkklu- og gongubreyt.
Á fíggjarætlanini fyri í ár er ein millión sett av til súkklubreytir.









