Harumframt verður parkeringsøkið eisini broytt, soleiðis at parkeringsbásarnir fara at venda út ímóti vegnum.
Arbeiðið er ígongd og heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi og taka atlit til broytingarnar, vegamerkingar og skelting, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.
Gongst sum ætlað verður komið á mál við broytingunum seint seinnapartin í dag.
Broytingarnar á vegamótinum er fyri at bøta um ferðslutrygdina og liður í ferðlutrygdarætlanini hjá Vágs kommunu. Broytingarnar eru viðgjørdar av Teknisku nevnd og Ferðslunevndini, sum hava samtykt at fremja broytingarnar.











