Gera royndir at ala tara

Verkætlanin MacroBiotech hevur einaferð enn fingið stuðul til at ala tara. Felagið Ocean Rainforest, við Ólavi Gregersen á odda, hevur sett gongd á verkætlanina.

Talan er um 425.000 krónir frá NORA, sum er ein felagsskapur undir Norðurlandaráðnum. Í fjør fekk verkætlanin eina hálva millión.

MacroBiotech hevur 1100 metrar av tara línu standandi á Funningsfirði.

Fyri tveimum vikum síðan, heystaði felagið nýggjastu royndirnar, sum nú skulu greinast í Íslandi og framleiðsluroyndir gerast í Danmark.

Tað verður kannað, um tað letur seg gera at framleiða fóður og gróðurevnir úr taranum.

-Tað fer væntandi at taka eitt til tvey ár, áðrenn tað ber til at siga, um tað ber til at fáa vinnuligan rakstur burtúr, sigur Ólavur Gregersen, stjóri í Ocean Rainforest.

Samlaða verkætlanin kostar 2,3 milliónir krónir.