Gera rættar raðfestingar

Náttúrugripasavnið er nú liðað frá aftur Umhvørvisstovuni, og tað merkir, at samlaða játtanin til stovnin minkar við tí, sum Náttúrugripasavnið kostar at reka. Men nýggjar kunngerðir merkja nýggjar inntøkur til Umhvørvisstovuna, og so ræður bert um at gera rættar raðfestingar

Annika Olsen hevur líka síðani hon tók við sum innlendismálaráðharri sagt, at hon ætlar sær at leggja stóran dent á umhvørvið í hennara skeiði sum landsstýriskvinna á økinum. Og júst tí kann tað undra, at játtanin til Umhvørvisstovuna er skerd í mun til í fjør.

Náttúragripasavnið var fyri nøkru árum síðani lagt inn undir Umhvørvisstovuna, men víst hevur verið á, at hetta er óheppi, tí sami myndugleiki skal kanna og hava eftirlit við sær sjálvum. Og tí varð Náttúrugripasavnið loyst frá Umhvørvisstovi aftur, tá nýggja ABC-samgongan tók við.

Men hóast játtanin til Umhvørvisstovuna á fíggjarlógini er minkað, er alt ikki tann reina neyð og elendigheit.

- Umhvørvisstovan hevur arbeitt við tveimum nýggjum kunngerðum, sum fara at geva stovninum nakrar eyka inntøkur. Onnur snýr seg um umhvørvisgóðkenning og hin um matrikulering, sigur Annika Olsen.

Mett verður, at hesar báðar kunngerðirnar fara at geva Umhvørvisstovuni eina meirinntøku upp á 1,5 milliónir krónur, og við skerjingunum á játtanini merkir hetta, at tala verður um eina meirinntøku upp á umleið 870.000 krónur netto.

- So við hesum má sigast, at skerjingarnar ikki verða so ógvusligar, sum stúrast kundi fyri, sigur Annika Olsen.

 

Minka CO2 útlátið

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum hevur sent út skriv til øll ráðini og biðið tey koma við sínum tilmælum um, hvussu tey kunnu spara um olju og orkunýtsluna á sínum økjum, og hvussu tey harvið kunnu minka um CO2 útlátið.

- Ráðini hava fingið freist til Grækarismessu at koma við sínum tilmælum, og so verða tilmælini viðgjørd. Harnæst skulu úrslitini til eina politiska viðgerð í Landsstýrinum, Løgtinginum og hjá politisku flokkunum. Tí tað er av stórum týdningi, at allir politisku flokkarnir eru við, andstøða eins væl og samgonga, sigur Annika Olsen.

Hon vónar, at úrslitið av hesum tilmælum er savnað og klárt at leggja fyri Løgtingið í september mánaði.

Eitt annað, sum landsstýriskvinnan ætlar sær at hyggja nærri at, er reglugerðin fyri bygging av sethúsum og almennum bygningum. Tað finst eingin landsbyggi reglugerð í dag, sum sigur nakað um bjálving og aðrar orkusparandi reglur, og tað eigur at verða hugt nærri at, tí upphiting er ein ovurhonds stór kelda til CO2 útlát.

Og tí rósar Annika Olsen eisini Suðuroyar Sparikassa fyri nýggja tilboðið um CO2-lán.

- Eg haldi, at tað er ógvuliga skilagott av Suðuroyar Sparikassa, at bjóða hetta tilboðið til kundarnar. Tað er av ógvuliga stórum týdningi, at fari verður eftir tí rætta. Tað hjálpir ikki at skifta vindeygu í fleng, um tað er bjálving, ið skal til, ella umvent. Tí er tað sera hugaligt, at serfrøðingar eru við inni í myndini at ráða fólki til, hvussu tey skilabest fremja orkusparingar, sigur Annika Olsen.

 

Veðurlagsráðstevnan

Landsstýriskvinnan vónar, at fólk fara at taka av hesum tilboðunum hjá Suðuroyar Sparikassa, tí við ráðgevunum inni ber til hjá fólki at fáa at vita, hvørjum tey skulu fara eftir í húsum teirra, og tað er av stórum týdningi, at fara eftir í rætta.

Men hóast øll kunnu gera sítt íkast til minkingina av CO2 útláti, so er tað eitt serligt tiltak, sum landsstýriskvinnan festir seg við og raðfestir fremst í ár, og tað er stóra veðurlagsráðstevnan í Keypmannahavn í desember.

Vit hava havt ein veðurlags arbeiðsbólk, sum kom við sínum tilmæli »Skjótt syftir seiðir og tunga takið«. Har eru fleiri tilmæli, bæði tey, sum skjótt kunnu setast í verk og tey, sum krevja meiri langsiktaða planlegging, eins og heitið eisini sigur. Har er nógv hjá okkum at taka fatur í, sigur Annika Olsen.

Annars er nógv at tríva í hjá Umhvørvisstovuni, sum eitt nú byggireglar fyri bjálving og líknandi, sum er orkusparandi og harvið minkar um CO2 útlátið.

- Tað er sjálvandi harmiligt, at játtanin til Umhvørvisstovuna er skerd, men vit kunnu hóast alt vænta eina meirinntøku av teimum báðum kunngerðunum um umhvørvisgóðkenning og matrikulering. Og tá alt kemur til alt, so eru tað raðfestingarnar, sum hava størsta týdning, og havandi í huga stóru veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember í ár, hava vit valt at raðfesta hana ovast á breddanum fyri umhvørvi í ár, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.