Gera pumpubrunnarnar lidnar

Tað gongur spakuliga framá at gera Eysturoyartunnilin, ið skal stytta farleiðina millum høvuðsstaðarøkið og Skálafjørðin. Í síðstu vóru 105 metrar sprongdir í tunlinum og eru sostatt einans 2.710 metrar eftir at spreingja.


Farnu viku gekk tó eitt sindur seinni enn vanligt við spreingiarbeiðinum, tí arbeitt var við ymiskum øðrum, ið skal gerast í tunlinum, skrivar tunnilsfelagið á Facebook. Harímillum er eitt vegastrekki gjørt í tunlinum á Hvítanesi, umframt at lekar eru tettir á báðum síðum.


Harumframt hevur verið arbeitt at gera teir fimm pumpubrunnarnar í tunlinum lidnar.


- Í tunlinum verða fimm brunnar har vatn, sum lekur inn í tunnilin verður samla í, áðrenn tað verður pumpa út. Orsøkin til, at tað eru fimm brunnar, er fyri at samla vatni ávegis, áðrenn tað rennur heilt niður á botn í tunlinum, sum er á -189 metrum har hann er lægst. Hetta fyri at spara orku, skrivar felagið og leggur afturat.


- Ein brunnur er niðast í tunlinum, síðan eru tveir brunnar fyri hvørjar 80 metrar upp á hvørjari síðu. Er ólag á at pumpa vatnið út á tí eini síðuni, ber til at pumpa tað út hinumegin. Brunnarnir eru innrættaðir soleiðis, at vatn, frá tá tunlarnir verða vaskaðir, fer í serligar brunnar við oljuskiljara, áðrenn tað verður leitt út.


Higartil eru tríggir av teimum fimm brunnunum sprongdir lidnir.