Ídnaður
Á verkstaðnum hjá Ragnari Poulsen við Ljósá sandblása teir millum annað maskinur og bátaskrokkar. Men har er vorðið so trongligt, sigur Heðin Poulsen, at neyðugt er at víðka parkeringsøki uttan fyri, so teir fáa sett stór ting sum skrokkar til alibátar, bingjur og stórar maskinur frá sær.
Men hann leggur aftrat, at tað hevur gingið í so seint at fingið arbeiðið gjørt. Og tað metir hann er tí, at byggivirkini hava so nógv at gera, at eitt sovorðið smáting sum eitt parkeringspláss ikki verður raðfest so frammalaga. Tað er umleið eitt hálvt ár, síðan grivið varð oman av, men nústaðni verður sprongt og slættað.