Ísrael kann ikki gera ein varandi friðarsáttmála við palestinar. Tað segði fyrrverandi ísraelski uttanríkisráðharrin Avigdor Lieberman um vikuskiftið.
Lieberman (myndin) er tann fremsti samstarvsmaðurin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, og eygleiðarar tulka orð hansara sum eina fráboðan um, at eingin, hvørki í Ísrael ella aðrastaðni, skal rokna við nýggjum friðarsamráðingum millum ísraelsmenn og palestinar.
Barack Obama, forseti, fer til Ísraels og Palestina í mars, og ferðin hevur fingið fleiri at tosa um, at hann fer at gera eina nýggja roynd at fáa friðarsamráðingarnar í gongd aftur.
Avigdor Lieberman segði í einari sjónvarpssamrøðu leygardagin, at rembingarnar í sambandi við tað arabiska várið hava styrkt tey, sum eru fíggindaliga sinnað mótvegis Ísrael og gjørt, at ein friðarsáttmáli við palestinar er óhugsandi. Sjálvur heldur hann, at Ísrael eigur at tingast við palestinar um at leggja lok á ósemjuna heldur enn at tosa um eina varandi loysn.
Friðarsamráðingarnar slitnaðu í 2010, tí ísraelsmenn hildu fram við at byggja bústaðir á Vestara Áarbakka, og palestinar vilja ikki taka samráðingarnar uppaftur, fyrr enn ísraelsmenn gevast við at byggja.










