– Húsini, sum standa á torginum, eru flytbar og kunnu tí lættliga flytast. Har er ætlanin, at bøndur og onnur kunnu selja sínar vørur, serliga føroyska framleiðslu, eins og at handilslívið í Havn kann brúka økið, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu

Gera nýtt sølutorg í Vágsbotni

Býráðið í Havn samtykti á fundi í gjárkvøldið at umskipa torgið í Vágsbotni. Talan er um eina royndarverkætlan í summar, ið skal vísa, um hetta er tað rætta at gera, áðrenn farið verður undir at gera eina endaliga skipan av økinum.

 

– Húsini, sum standa á torginum, eru flytbar og kunnu tí lættliga flytast. Har er ætlanin, at bøndur og onnur kunnu selja sínar vørur, serliga føroyska framleiðslu, eins og at handilslívið í Havn kann brúka økið, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu

Í Miðbýarætlanini frá 2016 varð ein ætlan løgd fyri, hvussu arbeiðast kann skynsamt við menningini av ymsum økjum í býnum, skrivar býráðið í málinum.

Sambært ætlanini er júst tað ein háttur at finna fram til, hvussu varandi loysnir kunnu gerast í ymsum í býnum.

– Eitt av hesum økjunum var býarrúmið í Vágsbotni, ið sambært ætlanini skal mennast sum partur av mentanargøtuni í Tórsgøtu og sum eitt miðsavnandi miðbýartorg, skrivar býráðið.

Í 2020 varð arkitektakapping útskrivað at skipa miðbýartorgið í Vágsbotni. Zeta Arkitektar áttu vinnandi hugskotið, men grundað á serligur viðurskiftini í økinum, og tí at endaliga nýtslan av økinum ikki hevur verið roynd áður, so var avgerð tikin um at royna aðrar menningarmøguleikar í økinum fyrst, soleiðis at ein fyribils verkætlan kann liggja til grund fyri eini endaligari skipan av økinum.

Sambært býráðnum, so hevur umhvørvið í Vágsbotni stóran týdning fyri, hvussu miðbýurin í Havn kennist í summarhálvuni.

– Mongu seinastu árini hevur økið undir Bryggjubakka verið karmur um eitt vaksandi virksemi hvat trivnaði og frítíðartilboðum í miðbýnum viðvíkur. Fólk leita sær oman her í góðveðri, tí her ber til at njóta sólargóðu uppihaldsumstøðurnar í einum lutfalsliga bilfríum maritimum umhvørvi. 

Í verkætlanini verða karmarnir í Vágsbotni og undir bryggjubakka mentir, so at teir í størri mun kunnu hýsa uppihaldi, trivnaði, frítíðarlívi, útimarknaði og áhaldandi tiltøkum í summarmánaðunum frá mai til september 2022.

Býráðið skrivar, at í verandi løtu ber økið í Vágsbotni brá av at vera óskipað, og er í dagliga brúkinum darvað av fløktum ferðsluviðurskiftum í bili og til gongu. Somuleiðis er lendið ójavnt, og samansett við ymsari álegging, ið bæði misprýðir um økið, og sum í støðum ger tað torført og vandamikið at ganga hjá summum. Harafturat er økið í verandi løtu innrættað so, at bilferðslan er løgd ígjøgnum partin av Vágsbotntorginum við besta sólargangi, ímeðan økið, har borðbeinkir eru uppsettir, aloftast liggur í skugga og kennist kalt.

– Við atliti til at økið eigur at raðfestast sum eitt uppihaldstorg, metir arbeiðsbólkurin, at hendan skipanin av økinum eigur at verða umskipað, soleiðis at funktiónirnar verða staðsettar øvut, skrivar býráðið.

Avbjóðingarnar í sambandi við at menna økið sum heild hava verið, at ferðsluviðurskiftini í økinum ikki hava verið loyst á ein nøktandi hátt. Og í sambandi við fyrrverandi ætlanir, sum eru gjørdar fyri økið, hava vinnurekandi áhugabólkar í nærumhvørvinum lagt dent á, at ferðslan í økinum ikki má tarnast, hóast økið verður ment. Arbeiðsbólkurin er samdur í, at ferðslan eigur at gerast einvegis út á Skálatrøð frá Tórsgøtu, meðan Mylnugøtu verður framhaldandi við ferðslu báðar vegir. 

– Av tí at økið harðliga treingir til nýskipan og umvæling, er tað tí hugsandi, at ymisk ætlað fyribilsinntriv, sum arbeiðsbólkurin metir vera neyðug, kunnu gerast uttan at bera ótta fyri at ein ger seg inn á økið. 

Sum ein royndarverkætlan fyri summarið 2022 verður tí skotið upp at arbeitt verður við bæði: 

• Eini nýggjari skipan av økinum við eini umlagdari vegføring og við einum nýggjum marknaðartorgi við býarrúmsinnbúgvi og einum palli til stórskerm, tónleik og onnur tiltøk. 

• Og eini tiltaksætlan, har minst ein samskipari verður settur at skipa fyri áhaldandi tiltøkum og trivnaðartilboðum ígjøgnum summarið. 

Ein fyribils kostnaðarmeting er gjørd fyri verkætlanina, har samlaði kostnaður fyri royndarverkætlanina áljóðandi 2,7 mió. kr. er útgreinað, her íroknað samskipan av teimum átøkunum, sum skulu liggja til grund fyri at skapa lív í økinum yvir summarið. 

Í sambandi við fígging av verkætlanini, so eru kr. 1,5 mió. játtaðar til endamálið »Vágsbotnur – skipan av økinum«. Írestandi fígging áljóðandi kr. 1,2 mió. skal sostatt raðfestast afturat, fyri at verkætlanin kann gerast veruleiki, skrivar býráðið.

Hóast bilferðsla verður gjøgnum økið, so er ætlanin, at hon skal vera einvegis út á Skálatrøð, og at ferðahámarkið verður sett til 15 km/t. Ongar ásetingar verða fyri koyring út eftir Bryggjubakka, men her kann skeltast, so at vegurin bert skal nýtast til ørindakoyring. 

Nógv ferðsla er í Vágsbotni við nærum 5000 gjøgnumkoyrandi bilum dagliga. 

Á býráðsfundinum gjárkvøldið legði Elsa Berg úr Tjóðveldi fram broytingaruppskot, har mælt varð til, at verkætlanin eisini skal umfata súkklubreyt.

Broytingaruppskotið fall við átta atkøðum ímóti og fimm atkvøðum fyri. 

Ímóti atkvøddu: Heðin Mortensen, Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kristianna Winther Poulsen, Kári Johansen, Helena Dam á Neystabø, Bjørg Dam og Jan Christiansen. 

Fyri atkvøddu: Elsa Berg, Jákup Dam, Gunvør Balle, Rói B. Poulsen og Ruth Vang. Síðani varð atkvøtt um tilmælið frá fíggjarnevndini, ið varð einmælt samtykt.

 

 

– Húsini, sum standa á torginum, eru flytbar og kunnu tí lættliga flytast. Har er ætlanin, at bøndur og onnur kunnu selja sínar vørur, serliga føroyska framleiðslu, eins og at handilslívið í Havn kann brúka økið, sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu