Gera nú barnagarð í Kollafirði til 80 børn

Hann verður liðugur í apríl ella mai næsta ár

Nú verður farið undir arbeiðið at gera ein stóran barnagarð í Kollafirði.

Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at  byggja stovnin og farið verður undir arbeiðið beinanvegin.

 

Arbeiðið er boðið út áður og tað var Bulur, sum hevði lægsta tilboðið og tilsamans kostar barnagarðurin slakar 14 milliónir at byggja.

Men tá er ein íløga upp á eina millión til jarðhita tald upp í.

 

Les eisini: Barnagarður bygdur í Kollafirði

 

Býráðslimir siga, at hetta er ein íløga, tað tekur átta ár at vinna innaftur. Býráðslimir upplýstu, at tað tekur 13 ella 14 mánaðir at byggja barnagarðin, so hann verður klárur at taka í nýtslu í apríl, ella mai næsta ár.