Gera nú klárt til størstu almennu íløgu í Føroyum

Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, hevur nú fingið bæði pengar og grønt ljós frá samgonguni til at seta ferð á arbeiðið at gera undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy, og hon legst ikki á boðini

Nú skal rættilig ferð setast á arbeiðið at gera nógv umrødda undirsjóvartunnilin ímillum Streymoy og Eysturoy.

Tað hava bæði samgongan og Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, sett sær fyri.

Annika Olsen sigur, at á landsstýrisfundi í farnu viku fekk hon grønt ljós frá landsstýrinum at taka upp samráðingar við privata felagið, sum tók stig til Eysturoyartunnilin um treytirnar, fyri at fáa loyvi at gera tunnilin.

Og nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, hevur landsstýriskvinnan eisini tryggjað sær eina játtan upp á eina millión til uttanhýsis ráðgevara hjá innlendismálaráðnum í sambandi við at gera ein sáttmála við privata tunnilsfelagið um loyvistreytirnar.

Annika Olsen sigur, at nú verður farið undir arbeiðið so skjótt sum gjørligt eftir nýggjár, og í løtuni verður leitað væl og virðiliga eftir einum skikkaðum, uttanhýsis ráðgevara og tað kann alt henda, at talan verður um ein útlending.