Gera nógv fyri umstøðurnar hjá ítróttini í Vági

(FM1) Tróndur Arge gjørdi beinleiðis samrøðu á FM1 við borgarstjóran í Vági, Dennis Holm undan dystinum Suðringar-HB

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við borgarstjórin í Vági, Dennis Holm undan dystinum millum Suðringar og HB í betrideildini hjá monnum.

 

Dysturin millum Suðringar og HB er á nýggjum og góðum undirlagi, ið er lagt á vøllin vesturi á Eiðinum í Vági.

 

Dennis Holm fegnast um bøttu umstøðurnar hjá fótbóltinum í Vági. Hann undirstrikar, at tey í Vágs kommunu vilja ikki gera áskoðarapláss, ið eru og høg og síggjast ov væl í náttúruvakra økinum kring vøllin á Eiðinum.

 

Dennis Holm greiddi eisini frá hvussu vágbingar hava tikið stór tøk við bæði langhyli og marghøll.

 

Í samrøðuni gav Dennis Holm eisini felagsliðnum TB/FCS/Royn sín stuðul sum eina ógvuliga skilagóða ætlan til gagns fyri fótbóltin í Suðuroynni.