Á heimasíðuni www.nachrichten.at stendur at lesa, at eysturríkarar dummaðu seg ímóti bensinsstøðstarvsfólkum, barnagarðshjálparum og brúktbilasølumonnum. Heimasíðan undirstrikar, at verður sæð burtur frá Christian Lamhauge Holst, Christian Høgna Jacobsen, Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen, sum allir vinna pening fyri at spæla fótbólt niðri í Danmark, so var talan um eitt lið við reinum amatørum, sum venja tríggjar ella fýra ferðir um vikuna. Ì greinini verður eisini undirstrikað, at málskjúttin, Bogi Løkin er arbeiðsleysur. Sagt verður frá, at pápin Abraham var við í Landskrona, og at hann tá æt Hansen. Greinaskrivarin er ikki í iva um, at Christian Lamhauge Holst var tann besti maðurin á vøllinum. Greinaskrivarin skrivar, at høvdu Føroyar ikki fingið stig ímóti Eysturríki, so var Føroyar endað, sum nr. 198 á FIFA-styrkislistanum við ongum rating-stigum. Niðast í greinini er eitt yvirlit, sum sigur frá hvat starv teir ymisku føroysku landsliðsspælarnir hava, umframt aldur. Hetta verður gjørt fyri at sýna eysturríksku lesarunum, at talan er í flestu førum um amatørar, sum Eysturríki hevur dummað seg ímóti.