- Krabbamein rakar eisini børn. Hvørt ár fáa eitt ella tvey føroysk børn staðfest krabbamein, og tað er fyri at stuðla foreldrum at hesum børnum, at vit nú gera hendan foreldrabólkin, sigur Jancy Gaardlykke, ráðgevandi sjúkrasystur hjá Krabbameinsfelagnum.
Foreldrabólkurin skal hava samband við foreldrum at børnum, sum fáa staðfest krabbamein. Tað verður mett sum stór hjálp hjá hesum foreldrum, at tey kunnu venda sær til fólk, sum hava verið í somu støðu.
Bólkurin fyri foreldur at børnum við krabbameini verður stovnaður á fundi á Hotel Hafnia 18. november klokkan 15.00. Tá fer Jes Diege frá danska krabbameinsfelagnum eisini at halda ein fyrilestur.