Í vár byrjaði arbeiðið hjá Fámjins kommunu at gera nýggja vatngoymslu.
Nýggja vatngoymslan verður eitt gott petti frá, har verandi vatngoymsla er. Hon verður sprongd inn í ein hamara, og grótið verður brúkt til nýggjan veg yvir til skúlan.
Arbeiðið við vatngoymsluni er mett at kosta 700.000 krónur.
Í fyrsta umfari verður ikki gjørt reinsiverk, men vísir tað seg, at vatnið ikki er nóg reint, kann reinsiverk setast til, sigur Eyðdis Ellendersen, borgarstjóri í Fámjins kommunu.










