Gera nýggja roynd týsdagin

Týsdagin verður ein nýggj roynd gjørd at finna semju ímillum Heilsumálaráðið og Ergoterapeutfelagið um nýggjan sáttmála. Samráðingarfundur var í gjár, men hann endaði úrslitaleysur og nú hevur Heilsumálaráðið boðsent ergoterapeutunum aftur á fund týsdagin.

Ergoterapeutfelagið hevur ført fram, at tað átti at fingið líknandi sáttmála sum Fysioterapifelagið hevur, men tað er Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, ikki rættiliga samdur í

- Tá íð fólki tørvar fysioterapi, er tað læknin sum skrivar eina ávísing. Tá ið onkur skal hava ergoterapi, fara fólkini til ein ergoterapeut, sum útgreinar, hvat krevst, og við tí skjalinum verður farið til lækna.

- Ergoterapeutarnir eru privatir, og tað vil aftur siga, at tað eru privatar fyritøkur , sum áseta, hvørja ergoterapi, fólkini skulu hava, og tað almenna rindar, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann leggur aftrat, at tey, sum hesa tíðina hava fingið ergoterapi, fáa stuðul við afturvirkandi kraft til 1. august, tá ið sáttmálin er gjørdur.