Gera meiri burtur úr gudstænastunum

Tær árligu føstugudstænasturnar byrja í hesi vikuni í kirkjunum kring landið, varð greitt frá fyrr í morgun.

Nógvar av hesum gudstænastum verða mikukvøld ella hóskvøld. Soleiðis verður eisini í teimum trimum kirkjunum í høvuðsstaðnum, sum samstarva um hesar føstugudstænasturnar.
Skipanin er so, at tær seks gudstænasturnar ganga uppá skift millum Dómkirkjuna, Vesturkirkjuna og Hoyvíkar kirkju, sum stendur fyri tveimum teimum fyrstu gudstænastunum í føstuni 2012.
Byrjað verður soleiðis í Hoyvíkar kirkju í kvøld, har nýggi fuglafjarðarpresturin, Annemette Klemensen prædikar.
Ætlanin er tó at gera eitt sindur meiri burturúr aftur í ár. Soleiðis fer kórið Sólarmagn at luttaka við sangi, eins og framførsla av tónleiki er á skránni.
Haraftrat fer Anna Olsen, sum er klassiskur guitaristur at spæla. Hon er sloppin inn á heili trý konservatorii, og fer mikukvøldið at spæla eitt spanskt verk við variatiónum.
Gudstænastan í Hoyvíkar kirkju byrjar klokkan 20.