Á virkinum hjá Salmon Proteins á Eiði verður slógvið frá kryvjivirkjunum, sum kryvja føroyskan alilaks, útflutt til Noregs. Í Noregi verður slógvið síðan brúkt sum partur av startfóðuri til smágrísar.
Í fjør send virkið umleið 16.000 tons av laksaslógvi frá kryvjivirkjum í Føroyum til Noregs. Hetta var tann parturin av útflutninginum, sum kann endurnýtast til eitt nú fóður.
- Umframt tey 16.000 tonsini, sum fóru til Noregs, send vit eisini eini 2.000 tons av slógvi av laksi, sum av ymsum orsøkum var burturkoyrdur, til Noregs. Hetta slógvið verður brúkt til biogass.
Tað sigur Annvør Jacobsen, stjóri á Salmon Proteins, við heimasíðuna hjá Fiskaaling.
Salmon Proteins er fyritøka, sum føroyska alivinnan eigur í felag. Felagið hevur eitt virki á Eiði, sum tekur í móti tí slógvi, ið kemur frá alivinnuni.
Alt slógvið verður koyrt gjøgnum kvørn og súrgað við meyrusýru. Slógvið verður býtt í tveir bólkar, hávandað og lágvandað, sum tað verður rópt.
- Tann stóra nøgdin er hon, sum kemur av fiskinum, ið verður arbeiddur á virkjunum. Hetta er tann sonevndi lágvanda bólkurin. Hetta slógvið verður bara malið í kvørn og fær meyrusýru tilsetta. Síðan verður tað goymt í tangum, til tað verður útflutt.
Annvør Jacobsen vísir á, at hin bólkurin er slógv frá fiski, sum er sjálvdeyður og fyribeindur, tí hann hevur verið viðgjørdur við einum hvørjum stutt fyri tøku - ella møguliga er deyður av sjúku.
Hesin fiskurin verður eisini malin, súrgaður við meyrusýru, umframt at slógvið verður kókað fyri at tryggja, at møgulig smitta verður dripin. Samlaða nøgdin av hesum slógnum var í fjør um 2.500 tons. Tey 500 tonsini vórðu brúkt til at taða við í Føroyum, og restin varð útflutt.
- Tað fæst umleið hálv onnur króna fyri kilo fyri slógvið í lágvandabólkinum. Hinvegin verður beinleiðis goldið fyri at sleppa av við hin partin, sigur hon.
Annvør Jacobsen vísir á, at tey tískil eisini hava latið føroyingar, sum eru áhugaðir í at fáa hetta viðgjørda slógvið til tøð, fáa tað ókeypis. Hitaviðgjørda slógvið brennir grasið fyrst, tað er sproytað, men tað taðar væl, og gras veksur væl aftur.