Mentanarnevndin í løgtinginum hevur sett sær fyri at kanna, hvussu skúlaskipanin í Føroyum kann mennast, og tí fer nevndin á kunningarferð til Danmarkar og til Kanada. Ferðin verður frá 29. august til 6. september.
Viðurskiftini, sm nevndin ætlar at seta seg inn í eru fleiri.
Tey fara at vitja miðnámsskúladeplar, sum eru stórir integreraðir sovnar, eins og skúladepilin í Marknagili er ætlaður. Ætlanin er annars eisini at umskipa miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum.
Í Føroyum verður eisini tosað um at umskipa tíggjundu flokkarnar og seta á stovn eftirskúla.
Í huganum hava limirnir í mentanarnevndini eisini, at ætlanin er at menna og styrkja Fróðskaparsetrið.
Vitja samstarvsfelaga
Tað er ikki av tilvild, at menatnarnevndin hevur valt at fara til Kanada.
Har er málið at vitja University of Princ Edward Island, ið hevur eina deild, sum í fleiri ár hevur granskað smá oyggjsamfeløg.
Um hetta skrivar Magni Laksáfoss, formaður í mentanarnevndini í grundgevingini fyri at vitja henda stovnin:
- Føroyar hava fleiri ferðir vrið partur av granskingini, onkuntíð sum granskingarevni og aðrar tíðir eisini sum granskingarpartnari, har føroyskir granskarar hava verið partur av granskingartoyminum. Endamálið er at vita, um møguleiki er fyri tættari samstarvi, og/ella um Fróðskaparsetrið kundi havt fyrimun av at havt líknandi deild.
Tað finst í heiminum bara ein onnur líknandi universitetsdeild, sum granskar í smáum oyggjasamfeløgum. Tað universitetið er í Tasmania, hinu megin jørðina.
- Tað hevði sjálvandi verið nógv dýrari at farið so langt, sigur Magni Laksáfoss.
Øðrvísi skúlar
Í Danmark verður farið at vitja Ørestadsgymnasiet, sum er ein nýggjur og øðrvísi útbúgvingarstovnur.
Ætlanin er at vitja ein fusioneraðan miðnámsskúla, sum bæði hevur gymnasium, tekniskt gymnasium og handilsskúla, sum eisini er ætlanin at hava í Marknagili.
Mentanarnevndin fer harnæst at vitja eftirskúlar í Danmark fyri at fáa at vita, um hugskotið við eftirskúla kann brúkast í Føroyum.
Í Kanada ætlar mentanarnevndin eisini at kunna seg við teirra skúlaskipan.
Ætlanin var, at øll mentanarnevndin við skrivara skuldi fara av landinum saman, men tveir limir hava givið avboð, og varalimir teirra fara heldur ikki við.
Sostatt verða seks fólk við í ferðini. Ferðin er mett at kosta góðar 90.000 krónur. Íroknað er bæði flogferðir, innivist og dagpengar.










