Nú 2011 er alment kostár, hevur kosttoymið hjá Fólkaheilsuráðnum tikið upp samstarv við Miklagarð. Úrslitið av tí verður ein framsýning, har tey átta kostráðini verða gjørd sjónlig. í hesum sambandi fer kosttoymið at standa í Miklagarði í morgin, mikudagin, hósdagin og fríggjadagin frá klokkan 15-18, har tey vísa fram leskiligan, litfagran og heilsugóðan mat av alskyns slagi.
Hevur onkur ein spurning, eru tey eisini fús at svara
Í Kosttoyminum, sum eru Did Nicolajsen, Gyða í Gongini og Snorri Patursson, vóna tey at fáa umstøður at gera sama tiltak aðrastaðni í landinum við