Gera klárt til innrás av harmonikuliðum

(Ljóðsamrøða) Hoyr Ólav Larsen frá mentanarhúsinum í Fuglafirði greiða frá

Komandi vikuskiftið verður stórtHarmonikutreff í Fuglafirði. Mentanarhúsið verður karmur um tey flestu tiltøkini, men ymisk onnur støð í Fuglafirði rúma onkur av mongu tiltøkunum.

 

Tey sum koma at framføra verða Sveriges Cultband (SV), Bayan Tonic (NO), Feðgarnir Bækgaard (DK), Jens T. Dalsgaard (DK), “Upp á tá” v/Elis Poulsen, Hákun Hansen, Kim Hansen, Kallar, Spælimenninir í Nólsoy, Klaksvíkskingar, Suðringar, Hanna og Terji, Spælimenninir í Havn, Angelika Nielsen og Anna Hudepohl, Harmonikuvinir, Vinir v/Martin Johannesen en og Musikskúlanæmingar.

 

Á stevnuøkinum verður eisini camping, Syngið við fyri børn, Teknifilmar, Klovnar, Hoppiborgir, Barnadiskotek, Ríðing, Biografur fyri ung og annað undirhald, Loppumarknaður, Kaffi, Pannukøkur, Festivalbúffar, Grilling og morgunmatur í Mentanarhúsinum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr leiðaran í mentanarhúsinum í Fuglafirði, Ólav Larsen greiða frá harmonikutreffinum. 

 

Trýst á hesa leinkjuna, og hoyr ein sang hjá Sveriges Cultband, sum liggur á YouTube: https://www.youtube.com/watch?v=B77XtK552yk