Í Vági, fremstu nýggjársbygd Føroya, eru fyrireikingarnar í hæddini, nú á ársins síðsta degi.
Sum vanligt, verður bál á Tríkantinum, ið er vestaliga í bygdini, og vanligt er, at gamal bátur verður brendur.
Séinastu mongu árini hevur tað verið Jakob Skaaning, ið heur staðið fyri at prýða bátin, og tað ger hann aftur í ár.
Á myndini sæst, at væl liggur fyri, og gamli báturin sær út sum ein víkingaskúta, sum kundi farið um høv hørja løtu. Men tá skútan stevnir inn í 2023, verður hetta seinasta ferðin hjá júst hesi gomlu skútuni.