Veðrið er blivið gott, og nú bíða øll spent eftir stóra rockshowinum við Scorpions. Nú nærkast konsertin, sum helst verður tann størsta í Føroyum nakrantíð. Klokkan 22 fara Scorpions á pallin á Summar Festivalinum, og nú verður seinastu fyrireikingarnar gjørdar.
Ì morgun og tíðliga seinnapartin regnaði í Klaksvík, men nú er veðrið blivið gott, og fólk tykjast bíða spent eftir tí stóra rockbrakinum við týska superbólkinum.










