Gera klárt til ovastevnu

Meiri og meiri verður gjørt burtur úr ovastevnu í Nólsoy, og kommunan stuðlar undir við at hanga littar ljósperur upp, senda flytbara toilettið út og annars at hugna um sum frægast

Tilfarið og útgerðin, sum skal flytast um fjørðin í sambandi við ovastevnuna í Nólsoy, gerst meiri og meiri. Hetta hevur ført til, at Ternan seinastu árini er sett inn at gera ein túr undan stevnuni og ein eftir, at flyta alt tað út tikl Nólsoyar og inn aftur til Havnar, sum brúk er fyri á stevnuni.

Í morgun lá Ternan so tíðliga við ferjuleguna á Bursatanga, og menn fingust við at lasta og koyra umborð.

At nýta Ternuna ger arbeiðið so ógvuliga nógv lættari í sambandi við flutningin um fjørðin, tí har kunnu lastbilarnir bara koyra lastaðir umborð í Havn og síðani koyra á staðið í Nólsoy, har teir skulu lossast.

- Tað er sjálvandi fyrst og fremst ovastevnunevndin, sum skipar fyri, men vit hjálpa til á fleiri økjum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Eins og undanfarin ár sendir kommunan eina sópimaskinu út undan stevnuni, og hon verður eisini við í ruddingararbeiðinum eftir stevnuna.

- Vit flyta eisini toilettvognin hjá kommununi út til Nólsoyar, eins og vit seta fløskubingjur og vanligar ruskbingjur upp til stevnuna. Annars gera vit nógv av tí sama, sum vit gera til ólavsøkuna við littum ljósperum, fløggum og líknandi, sigur Heðin Mortensen.

 

Fríðka um

Kommunan er eisini við í trygdarskipanini á stevnuni, og sendur eitt nú maning frá brandstøðini út til Nólsoyar á stevnuni.

- Tað hevur verið vanligt, at enda felagssangin við fýrverki, og tí stendur kommunan nú fyri, eisini tað trygdarliga, sigur Heðin Mortensen.

Sum áður nevnt skipar kommunan saman við ovastevnunevndini fyri einari málningaframsýning við verkum hjá Steffani Danielsen, og hana skal borgarstjórin alment lata upp leygardagin.

- So eg verið sjálvandi við á ovastevnu, eins og eg plagi at vera, sigur hann.

Eisini í aðrar mátar verður fríðkað um úti í Nólsoy. Tá nýggja kloakkskipanin herfyri varð alment handað kommununi, vóru menn frá EM Asfalt í Nólsoy og gjørdu vegirnar gangbarar aftur, og nú Ternan aftur siglir, fer felagið út við 20 tonsum av asfalti at fríðka um rundan um Kunningarstøðina og annars aðrar snøklar, sum lógu eftir frá seinast.

- Kommunan hevur verið í sambandi við Strandferðsluna um at fáa Ternuna setta inn í siglingina á ovastevnu, og eisini ðí sambandi við frakttúraranr undan og eftir stevnuna. Væntandi verður síðsta asfaltarbeiðið gjørt, tá Ternan flytir alt tiklfarið inn til Havnar aftur eftir ovastevnu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.