Pallurin í Tórsgøtu er við at koma upp at standa, tí í morgin er konsert í Tórsgøtu Futt í Býin er í annaðkvøld, og í morgun sást, at fyrireikingarnar eru í gongd. Tórsgøta er stong fyri ferðslu, og stórur pallur er við at verða settur upp á parkeringsøkinum yvirav Reinsarínum.
Tað er Futt, ið skipar fyri ólavsøkukonsertini Futt í Býin í annaðkvøld, har nógv av tí besta innan føroyskan tónleik verður at hoyra á útipallinum og á Tjóðpallinum.