VERKSTAÐUR
Teir 40 brúkararnir á Verkstaðnum Vón eru nú rættiliga farnir í gongd við at gera jólaprýði til jólasøluna, sum fer at byrja í næstum.
Tað er ikki bert nú tað nærkast jólum, at brúkararnir sita og gera jólaprýði. Nei, jólaprýðið verður gjørt alt árið runt, tí annars er ongin møguleiki fyri at nøkta eftirspurningin.
- Jólasølan er ógvuliga væl umtókt, og fólk síggja fram til jólasøluna hjá verkstaðnum, sigur Maud Wang Hansen, leiðari á Verkstaðnum Vón.
- Til jólasøluna gera vit jólaprýði og jólalutir, sum ikki kunnu keypast í vanligum handlum. Alt jólaprýði, sum vit selja, er hondgjørt. Serliga eru tað nissurnar, ið eru væl umtóktar. Nissur vera gjørdar í øllum støddum, og eru tað eisini tær, ið eru mest eftirspurdar.
Umframt jólasøluna hevur krambúðin hjá Verkstaðnum Vón opið hvønn dag. Tá er tað fyrst og fremst seymideildin á verkstaðnum, ið ger lutirnar, sum verða seldir. Eisini gera tey, ið hava evning, lutir sum til dømis upphang, leirlutir, gandadeiggj og gipslutir.
Pappírsdeildin plagar at gera kort. Bæði bræv- og gávukort, meðan timburdeildin stendur fyri vøggum og dukkusongum.
Tá jólasølan stendur fyri durum eru tað allar deildirnar, seymi-, evning-, timbur- og pappírsdeildin, ið framleiða lutir til krambúðina. Eisini plagar kantinan at hava ymiskan heimabakstur til sølu meðan jólasølan er.
Jólasøla er jú ikki alt árið runt. Restina av árinum eru tað serliga brúks-lutir til heimið, ið verða seldir í krambúðini. Grýtulappar, te-hettur, fyriklæði og líknandi. Handkløð verða eisini áseymaði av brúkarunum.
- Ofta eru tað nøvn á børnum, ið vit seyma á handkløðini, greiðir Maud Wang Hansen frá.
- Ella til dømis um eitt barn spælir fótbólt, so seyma vit ein fótbólt á, ella kanska ein svimjara.
Eisini stendur Verkstaðið Vón fyri at framleiða dukkuklæðir til eitt nú Baby Born dukkurnar og smábarnalutir, sum til dømis teppir og seingjarklæðir.
Um fólk hava serlig ynski til lutir, ið skulu gerast, kunnu tey fáa ynskini uppfylt frá verkstaðnum, um møguleiki er fyri at framleiða tey har.
Peningurin, sum kemur inn frá søluni í krambúðini, fer til rakstur, umframt ein góðan og væl uppibornan jóladøgurða fyri arbeiðsfólk og brúkarar.