Tað er nú greitt, at stóri barnaansingarstovnurin, Birkilund, á Konmansmýru, verður ikki tikin niður. Tvørtur ímóti verður hann høvuðsumvældur fyri 14,5 milliónir krónur. Stovnurin hevur verið stongdur í fleiri ár, tí hann var fongdur við blámusoppi og hesa tíðina hevur býráðið togast um, hvussu farast skal fram. Og einaferð varð samtykt at taka allan stovnin niður og at byggja nýtt fyri 35 milliónir krónur. Tá kom býráðið til ta niðurstøðu, at framtíðartryggjaða loysnin bæði tá ið hugsa verður hugsað um kostnað og virksemi, er at taða húsið niður og byggja nýggjan stovn til nakað sama tal av børnum.
Síðani hevur býráðið skift meining meiri enn eina ferð, men á býráðsfundi hóskvøldið varð endalig støða tikin og hon er at høvuðsumvæla húsið fyri 14,5 milliónir krónur, heldur enn at byggja nýtt.
Býráðið sigur, at við hesum verður at kalla alt gjørt av nýggjum, eins og húsið verður isolerað eftir nútíðarkrøvum. Arbeiðið er mett at taka 10 mánaðir, si byrjar tað beinanvegin, kann alt arbeiðið verða liðugt beint eftir ólavsøku. Meirilutin í býráðnum sigur, at tað er ikki fígging til at brúka 35 milliónir til ein nýggjan stovn
Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi, tekur ikki undir við hesum, tí hon vil heldur halda fast um, at nýggjur stovnur skal byggjast. Hon vísir á, at umbyggingar og ábøtur kosta altíð nógv meiri enn upprunaliga mett og tí heldur hon, at í longdini loysir tað seg best at byggja nýtt. Samstundis fer ein nýggjur stovnur at vera nógv bíligari í útreiðslum til varma, sigur hon.
|