Nú skulu Føroyar hava eina heildarætlan um at hjálpa teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.
Somuleiðis skulu vit hava eina ætlan fyri, hvussu vit viðgera tey, sum fremja kynsligan ágang og hvussu familjurnar hjá teimum kunnu hjálpast.
Tað fer Løgtingið at samtykkja í næstum.
Hetta kemur eftir at umboð fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin, Framsókn og Janus Rein, uttanflokkatingmaður, løgdu uppskot fyri Løgtingið um at gera eina heildarætlan ímóti kynsligum ágangi.
Í hesum sambandi er Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum samd um, at landsstýrið skal gera eina heildarætlan um kynsligan ágang og leggja hana fyri Løgtingið
Í hesi frágreiðingini skal landsstýrið lýsa hvørji átøk eru neyðug fyri at fyribyrgja og viðgera árin av kynsligum ágangi fyri tey misbrúktu og teirra avvarðandi.
Samstundis skal frágreiðingin lýsa, hvørji viðgerðartilboð kunnu setast í verk fyri tey, sum fremja kynsligan ágang og, hvussu familjurnar hjá teimum kann hjálpast.
Annars er tað longu samtykt, at vit skulu hava eina heildarætlan um kynsligan ágang.
Samstundis verður arbeitt við at seta á stovn eitt barnahús, sum skal veita heildartilboð til barnið og familjuna.
Harafturat verður eisini arbeitt við at broyta revsilógina, so at tað ber til at krevja reina revsiváttan frá teimum, sum hava við børn at gera.
Men Trivnaðarnevndin ásannar, at ein stórur partur er eftir og tað er at hava nøktandi tilboð til offur fyri kynslum ágangi fyri at bøta um langtíðar-árinini av áganginum,
Og tað mangla eisini tilboði um hjálp til avvarðandi hjá offrum fyri kynsligan ágang
Heldur ikki eru viðgerðartilboðini til skemmaran, og hjálpin til familjur teirra, nøktandi.
Trivnaðarnevndin heldur, at tað, vit serliga eiga at leggja dent á, er:
- At hjálpa vaksnum við seinárinum av kynsligum ágangi.
- At veita familjuviðgerð, har kynsligur ágangur hevur rakt.
- At raðfesta fyribyrging og gransking á økinum.
- At veita teimum, sum fremja kynsligan ágang hjálp og viðgerð.
- At veita familjum hjá teimum, sum hava framt kynsligan ágang hjálp.
- At fáa broytt avhoyringina av børnum, so krenkari ikki kann vera hjá undir avhoyringini.
- At fáa ástøðiliga vitan um kynsligan ágang inn í útbúgvingarverkið.
- At skúla og endurútbúgva starvsfólk.
- At fyribyrgja, at nýggju miðlarnar og tøknin verður brúkt sum stað at finna børn.
Nevndin staðfestur, at kynsligur ágangur er ein sera stórur, fjaldur samfelagstrupulleiki og at tað tískil er neyðugt at varpa ljós á hesi viðurskifti og at menna tilboðini til tey, sum eru rakt, bæði sum offur og sum skemmarar