Gera Havnina klára at taka ímóti

Nú skulu ósemjur fáast av vegnum, so arbeiðið kann byrja

Nú verður av álvara farið undir at gera innkomuvegirnar til Havnar í Sambandi við Eysturoyartunnilin, sum kemur upp á plássinum ímillum Hvítanes og Sandvíkahjalla.

 

Landsvderk og Tórshavnar Býráð hava togast um vegin í yvir 10 ár, men enn eru tey ikki komin ásamt um, hvussu hann skal leggjast.

 

Ein ósemja er um, hvusu nógvir frákoyringarvegir skulu vera oman í Havnina. Landsverk vil hava so fáar sum gjørligt tí tað er betri fyri trygdina, men Tórshavnar Býráð vil hava fleiri fyri at gera tað høgligari.

 

Ósemja hevur eisini verið, hvar hann skal liggja, og um ein partur av honum í Villingardali, skal leggjast í tunnil fyri ikki at beina fyri traðunum har um vegir.

 

Men nú hevur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, sett sjøtul á at fáa arbeiðið ígongd aftur.

 

Og í dag var landsstýrismaðurin á staðnum og kunnaði seg um verkætlanina og hann sigur, at ætlanin er at fara undir arbeiðið aftur sum skjótast

 

Tað er avgerandi, at innkomuvegirnir verða gjørdir, tí ferðslan verður so nógv, og ein partur av vegnum er longu gjørdur, men enn er nakað væl kortini eftir at gera.

 

Og nú hevur Hendrik Old, tikið stig til at fáa politiska semju um vegin, so vegakervið inn í Havnina verður klárt at taka ímóti tí økta ferðslutrýstinum, tá Eysturoyartunnilin letur upp, og eftir ætlan verður tað um trý ár, í 2019.

 

Í hesum sambandi er stig tikin til fund millum Landsverk og Tórshavnar kommunu, har partarnir skulu fáa avgreitt ivaspurningar í verkætlanini.

 

Á fíggjarlógini í ár eru átta milliónir krónur játtaðar til at halda fram við arbeiðinum at gera innkomuvegurnar.  

 

Innkomuvegirnar til Havnar í Sambandi við Eysturoyartunnilin, er eitt mál, Tórshavnar Býráð hevur lagt stóran dent á at fáa avgreitt. Men eftir tí, sum liggur í kortunum, er tað fyrsta byggistig av vegnum, ið er teinurin ímillum tunnilsmunnan við Hvítanes og Oyggjarvegin, sum skal verða liðugt, tá Eysturoyartunnilin letur upp. 

 

 

Annars luftaði borgarstjórin í Havn einaferð tankan um at nokta at geva Eysturoyartunlinum byggiloyvi í Tórshavnar kommunu, verður vegurin ikki gjørdur samstundis. Les meiri um tað HER

 

 

Frá vinstru eru tey Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, Kaj Joensen og Nora Bærentsen, Samferðslumálaráðið, Hendrik Old, lansstýrismaður, og Rúni Joensen, aðalstjóri í Samferðslumálaráðnum.